
Sápuskál Til Shampo- Og Balsam Barrir – Stór
Seinast kannað: 23. sep
Vøkur og praktisk sápuskál, serliga gjørd til shampo og balsam barrirnar frá Havdypp. Skálin er hondgjørd úr keramiskum hágóðsku-leiri. Sniðgivin og málað í Føroyum. Í Statera hava vit skálirnar í milt ljósareyðum og gulum, ið geva eitt reint og róligt ‘look’ í baðirúminum. Sniðgivið við rillum, fyri at lyfta sápuna upp, so vatnið rennur burtur. Hetta ger, at sápan heldur longri. Skálin er uml 15 x 7 cm til støddar og rúmar bæði shampo- og balsam barrunum samstundis. Fyrimunir: Heldur sápuni turrari og reinari Ger, at shampoo og balsam halda longri Pláss til tvær barrir Hondgjørd og unik – eingin er heilt líka Sniðgivin í Føroyum við fokus á náttúru og tað einfalda Ein praktisk og estetisk loysn til tína gerandis rutinu – og vøkur føroysk sniðgeving til heimið. Sí eisini hondsápuna frá Havdypp her
