
Tilboð! Bezzerwizzer Á Føroyskum
Seinast kannað: 23. sep
Prísurin er niðursettur úr 595 kr til 250 kr! Vit hava færri enn 50 stk eftir á goymslu. Bezzerwizzer á føroyskum er endurprentað fyri seinastu ferð! Tú kanst nú bíleggja Bezzerwizzer á føroyskum, sum er komi aftur á goymslu fyri seinastu ferð. Bezzerwizzer á føroyskum er eitt føroyskt spurnaspæl fyri øll yvir 14 ár, tó kunnu børn undir 14 ár eisini luttaka í bólkum ella saman við onkrum eldri. Spælið inniheldur 2.400 spurningar um føroysk og útlendsk viðurskifti. Hetta er eitt endurprent av fyrstu útgávuni við smáum rættingum. Fyrsta útgávan kom út í oktobur mánaði 2022 og varð útseld í desembur mánaði sama ár. Næsta útgávan kom til Føroya í mai mánaði 2023 og varð útseld í desember mánaði sama ár. Til summarið 2024 er triðja útgávan komin, sum bert hevur smáar rættingar, í mun til tær tvær undanfarnu útgávurnar. Um tú bíleggur Bezzerwizzer her á síðuni, kanst tú velja at heinta tað í Fuglafirði ella fáa tað sent til dyrnar (bert í Føroyum) við Posta (kostnaður 79,- um tú keypir fyri minni enn 400,-). Um tú ynskir at fáa spøl sendandi til Danmarkar ella aðrastaðni, send okkum so ein t-post á: hugnalotur@hugnalotur.fo
