Eitt Nýtt Kaffi Hvønn Mánað
BRBrell

Eitt Nýtt Kaffi Hvønn Mánað

199kr

Seinast kannað: 23. sep

Eitt nýbrend kaffi, sum eg velji fyri tykkum hvønn mánað. Ein posi á 230g við nýggjum kaffi, ella kaffi, sum er brent á nýggjan hátt. Hetta er haldið fyri tann, sum er áhugaður í at víðka kaffi-sjónarringin og sum dámar at eksperimentera við ymsum bryggiháttum. Orsøkin til vektina á pakkanum eru postgjøldini í Føroyum. Kaffi kostar 150 og fraktin við Posta kostar 61, tað gevur tilsamans 211, men haldið kostar 199, so tú sparir 12 kr. Øll kaffini frá Brell eru reiðiliga handlaði og allarhelst eisini vistfrøðilig!