Pakkatilboð 3
OPOptika

Pakkatilboð 3

240kr

Seinast kannað: 23. sep

2 ReNu Multi Purpose 360 ml og 2 ókeypis linsu-íløt ReNu er reinsuveska til bleytar kontaktlinsur og verður brúkt til at skola, goyma og sóttreinsa linsur. Veskan upploysir protein- og feittløg, ið leggjast á linsurnar og tekur burt smákykn (mikroorganismur). Aftaná at tú hevur sett á fløskuna kanst tú goyma hana í 6 mánaðir, og síðani má tað, sum er eftir í fløskuni, koyrast burtur. ReNu Flight Pack 2 x 60 ml og 2 ókeypis linsu-íløt ReNu Flight Pack inniheldur 2 fløskur við 60 ml hvørjari. Hóskar væl at hava við á ferð. Mongdin í eini fløsku er minni enn tað, sum er loyvt at hava við í handviðførinum, tá ið ein ferðast við flogfari. Frá tí at fløskan er ásett, kann hon goymast í 6 mánaðir. Tað, sum er eftir í fløskuni, skal koyrast burtur. G.g. Tilboðið er einans galdandi fyri viðskiftafólk í Suðurstreym, Kollafjørð og Signabø. Vit senda tó eisini til øll onnur økir í landinum, men tá verður eitt eyka flutnings- og avgreiðslugjald lagt oman á prísin og vøran má bíleggjast á optika@optika.fo og gjalding fer fram við bankaflyting. Send okkum ein teldupost fyri nærri kunning og vit svara skjótast gjørligt. Leveringstíð: 7 dagar