
Acuvue Oasys® 1-Day For Astigmatism
Seinast kannað: 23. sep
30 linsur/eskja Acuvue Oasys 1-Day for Astigmatism er ein eindagslinsa, ið rættar bygningsfeilin (astigmatismu) á eyganum. Eyguni skulu kunna tola nógv hvønn einasta dag. Umhvørvi við luftskiftisskipanum og langir dagar frammanfyri skermin eru viðurskifti, ið stilla høg krøv til tínar linsur. Acuvue Oasys® 1-Day with HydraLuxe™ loka tær røttu treytirnar fyri at klára teir longu krevjandi dagarnar, uttan at gerast troyttur ella tungur í eygunum. Tann nýframleidda tøknin ’HydraLuxe’ er serframleidd til at minka um eyðkennini turr og troytt eygu. Hetta hendir, tí linsan er gjørd við táralíknandi mýlum, sum ávirka tína tárahinnu. Acuvue Oasys® 1-Day with HydraLuxe™ er harumframt gjørdar við UV-verju, sum hjálpir til at verja tíni eygu ímóti teimum hættisligu strálum sólarinnar. Eindagslinsur kunnu nýtast í ein dag, og mugu beinast fyri eftir nýtslu. Fylg altíð ráðum frá løggildum linsuoptikara um nýtslu og handfaring av linsum. Sum brúkari av linsum er árligt kontrol viðmælt.
