Nakrir Sálmar Og Rímer, Hejne Djurhuus, 1951
Bókahillin

Nakrir Sálmar Og Rímer, Hejne Djurhuus, 1951

200kr

Seinast kannað: 23. sep

Nakrir Sálmar og Rímer Diktað hevur Hejne Djurhuus Útgivin: 1951 Síðutal: 32 (15 yrkingar) Standur: góður Perma: í bleytari permu Heini Djurhuus (1889-1955) Heini Djurhuus. Hann var føddur Innan Glyvur í 1889 og vaks upp her síni fyrstu ár, til hann um 10 ára gamal fór til fosturs hjá kenda útróðrarmanninum Jóan Karl á Skála. Komin til mans fór hann til skips var til lands í Íslandi og róði út heima, til hann vegna heilsubrek legðist uppi á landi og fór at arbeiða sum vegmaður. Heilt frá ungum árum las hann nógv og fekst við at seta saman rímur og sálmar. Í 1930 gav hann út bóklingin »En sømands lille bønnebog samt en betragtning over Jesu lidelse og død«, ið skrivaður var á donskum, og í 1951 kom sálma- og rímusavnið »Narkir Sálmar og Rímer«, sum rættskrivingarliga er merkt av tí tvørleika, tað tá var at prenta føroyskan tekst á danskari prentsmiðju. Hann andaðist í 1955. Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.