
Mið, Plinkar Og Ýti, Fiskimið, Jákup M. Magnussen Og Páll J. Nolsøe, 1947
Seinast kannað: 23. sep
Mið, plinkar og ýti (lítil bók við fiskimiðum) Jákup M. Magnussen og Páll J. Nolsøe Útgivin: 1947 Síðutal: 30 FORMAELI Hvør sókn ella bygd í Suðuroy hevur sínar útróðrarleiðir-mið og plinkar- utlan at skarpt sjóvarmark kann verða sett teirra millum. Mið hjá t. d. grannabygdunum Hvalbø og Tvør-oyri sløðast soleiðis hvørt um annað á leiðini, har eitt leysligt mark kanska kundi verið sett; hetta er orsakað av at havsøkiðer ikki so vítt og bygdirnar nær hvør aðrari. Og einstøk miðhava grannabygdir í felag bert við ymiskum nøvnum og ýtum. Miðini í hesum bóklingi eru tey, ið róð verður á úr bygd-unum á Trongisvágsfirði: Froðbø, Tvøroyri, Trongisvági,Øravíkar-líð og Øravík. – Við broytingini frá róðrarbáti til motorbát verður meir og meir avlagt at leggja til miðis, mest verður lagt fyri rák;tað er tí vandi fyri, at ein partur av miðunum fer fyri skeyti so við og við – um ikki alla staðni, so í mongum støðum. Dømi eru longu um, at so er. Sum útróðurin er nú, fær tað unga fólkiðikki hovi til at læra miðini og ýtini at kenna, og við teimum gomlu útróðrarmonnunum fara tey í grøvina. Miðini eru sostatt fyri somu lagnu sum staðanøvn okkara. Tí er tað umráðandi, at tey verða uppskrivað og á henda hátt varðveitt, ikki júst við út-róðrinum í huga, men mest fyri tann stóra málsliga týdning, tey hava. Ikki bert miðini áttu at verið savnað og merkt á kort, men hvør fles, boði, íða, strongur, tangi o. s. fr. um oyggjarnar. Nýliga er útkomið í Danmark eitt verk við slíkum virðismiklum tilfari bæði fyri sjómenn og málgranskarar: Louis E. Grandjean: Søkor-tets Stednavne, 1. og 2. Del, 1945-1946 (Søfartens Biblioteks Skrif-ter Nr. 6 og 6 A). Í hesi bók er alt tikið við og viðgjørt søguliga og málsliga; eitt slíkt verk skuldu vit átt makan til; tað ræður bert um, at tilfarið verður savnað. Ætlanin við hesum savni er ein lítil roynd í ta leiðina. Men við tað,at hetta tilfar er uppskrivað bert eftir einum heimildar- manni, er møguligt, at eitt og annað kann vera gloppið burtur…
