
Hugskot, Magnus Skæling, 1951
Seinast kannað: 23. sep
HUGSKOT Magnus Skæling Útgivin: 1951 Síðutal: 109 Magnus Skæling (1891-1973) Magnus Skæling, navnabroyting frá Joensen, varð føddur á Skælingi í 1891. Sín barnalærdóm fekk hann í heiminum, var veturin 1910/11 á Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn og seinni ein vetur á Askov háskúla í Danmark. Magnus Skæling kom mest at arbeiða innan føroyskan handilsskap; eitt skifti var hann bókhaldari, annað skifti ferðasølumaður og fór so í 1930 undir egið handilsvirki, sum hann rak saman við konuni til 1969. Magnus var bókmentahugaður maður, sum alt frá ungum árum las heimsbókmentir – longu í 1. bindi av »Varðanum«, 1921, greiðir hann í grein føroyingum frá Rousseau, seinni, í fimti- og sekstiárunum, læt hann »Glugganum« fitt av tilfari. 1 1951 komu nakrar av yrkingum hansara út í savninum »Hugskot«. Hann doyði í 1973. Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
