
Nilan Comfort 350 Top Pakkaloysn
Seinast kannað: 23. sep
Nilan Comfort 350 Top 2021 Gott luftskifti er ein av grundarsteinunum undir einum góðum inniklima. Ring inniluft kann vera heilsuskaðilig og kann í summum førum viðvirka til astma og allergi, elva til møðsemi og konsentratiónstrupulleikar. Tískil er eitt støðugt luftskifti við eini ventilatiónsskipan týdningarmikil. Í búðeindum verður ventilatiónin brúkt til at beina burtur vøkstur av blámusoppi ímeðan arbeiðspláss serliga nýta ventilatiónskipanir til at beina burtur koltvíiltu og harvið tryggja trivna og góða heilsu. Ventilatiónsskipanin hevur ein hitavekslara, sum hevur til uppgávu at hita upp fríðsku innblásingarluftina. Í hitavekslaranum verður hetta gjørt við at fríska luftin ið verður trekt inn, óbeinleiðis, kemur í kontakt við upphitaðu luftina sum verður sogin út úr húsinum. Við at nýta eina ventilatiónsskipan ið hevur ein hitavekslara, lækkar tørvurin á orku, orsaka av at mest sum allur hitin sum er í luftini sum fer út, verður endunýttur. Á hendan orkusparandi hátt, verður luftin støðugt skift út hvønn tíma og hvønn dag, árið runt og tryggjar góða heilsu og trivnað. Ein samla loysn Climashop strembar altið eftir at gera tað einfalt og ómakaleyst hjá sínum viðskiftafólkum. Tí inniheldur prísurin uppá eina samlaða ventilatiónseind frá Climashop tríggjar partar: Sjálv ventilatiónseindin sum í hesum føri er ein Nilan Comfort 350 Top 2021 Standard ventilatiónspakkar, ið innihalda flexrør, ventilar, ventilboksir og annars alt tað ið hoyr til eina ventilatión. Hetta er ein samlaður pakki og verður alt levera samla, saman við ventilatiónseindini, heim til tín. Tekningar og Pakkagaranti. Við tekningunum fær uppsetarin útflýggja vegleiðandi tekningar yvir búðeindina og eina vegleiðing í hvussu ventilatiónin verður sett skynsamt upp. Tekningar verða sendar talgilt. Pakkagaranti merkir at vit veita trygd fyri at nokk av øllum tilfarið (rør, ventilar, ventilboksir o.l.) er við til uppsetanina. Skuldi tað hent at okkurt manglar, skaffa vit hetta uttan meirkostnað. Les…
