
Byrjanarpakki Til Nýføðingin - Natural Newborn - 21 Skift
Spar 655 kr (15%)
Seinast kannað: 23. sep
Byrjanarpakki til nýføðingin við Elskbar Natural Newborn-blæum og vátposa. Vel sjálv/ur mynstur á toyblæunum og vátposnum. Hetta er í pakkanum: 21 Elskbar Natural Newborn (vel mynstur) 1 miðal vátposi frá Elskbar (vel mynstur) Natural Newborn blæan frá Elskbar er ein AIO (all-in-one) toyblæa til nýføðingin, sum vigar 2,5-6 kg. Toyblæan hevur eina vatntætta skel og eina prefold úr bambusi. Fittasta toyblæan, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum, og sum hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg, dupulta lekaverju og er sera løtt at nýta. Hetta er ein luksustoyblæa til nýfødda barnið frá fyrsta degi. Bygnaður Natural Newborn toyblæan er sniðgivin til nýføðingar, sum viga umleið 2,5-6 kg. Toyblæan hóskar perfekt til lítlu nýføðingarumpuna, hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg úr bambusi og er sera løtt at nýta hjá nýggjum foreldrum. Og tað er júst tað, sum er týdningarmiklast, tá ein nýtir toyblæur til nýføðing. Serligt við hesari toyblæuni er dupulta lekaverjan, sum megnar at halda flótandi skarninum inni. Eingin vandi fyri, at blæan fer at leka! Til ber at nýta Natural Newborn toyblæuna frá fyrsta degi og í einar tveir mánaðir - alt eftir hvussu skjótt barnið veksur. Hetta er ein AIO blæa, har innleggini kunnu knappast úr, sum ger, at hon tornar munandi skjótari, enn aðrar AIO blæur. Øll blæan skal til vask eftir nýtslu, av tí at skelin er klødd við súgvandi tilfari. Vit kunnu kalla hetta eina Snap-In-AIO. Tilfar Skel Innan: 85% Bambus / 15% Polyester Uttan: 100% Polyester við TPU-laminat Innlegg 70% Bambus / 15% Polyester GG! Skriva í viðmerkingarteigin, hvørji mynstur, tú ynskir, tá tú kemur til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru og mynstrum. Sí vaskivegleiðing her.
