
Luxurious Shaving Soap
Seinast kannað: 23. sep
Captain Fawcett yndlings rakisápa, sum er byrjanin til eina tætta raking. Sápan hevur ein toppnóta við grannálum, elemi, kumman og koriander, sum fer yvir í ein anga við roykilsi, patchouli og tubbak við basis av sandilviði og ambra. Brúka soleiðis: Brúka ein rakikust, sum tú setur í heitt vatn eina løtu (1 min). Ryst eitt sindur av vætuni úr kustinum, og koyr hann síðani yvir sápuna í rørandi rørslu, fyri at byggja upp eitt tjúkt skúm, sum tú síðani koyrir á skeggvøkstur. Hetta lyftur upp hár og ger tey bleytari, soleiðis at tú fært eina betri og tættari raking. Sápan er í einum træílati - til ber at keypa "refill" av sápu(kemur seinni) Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber. Góðskan er í hásæti.
