
Scapicchio'S Fig, Olive And Bay Rum Shaving Soap
Seinast kannað: 23. sep
Captain Fawcett Scapicchio's Fig, Olive and Bay Rum rakisápa. Scapicchio er navnið á einum av teim elstu barber-familiunum. Marco Scapicchio lat upp sína fyrstu barberstovu í 1820 og hevur dugnaskapurin fylgt í 5 ættarlið. Captain Fawcett hevur í samarbeiði við Luigi Scapicchio framlett hesa signaturseriuna við figum, olivinolju frá Puglia og Bay Rom frá Vestindisku oyggjunum. Við eitt sindur av hairtonic koyrt í eisini fyri at skapa eina fusion av tí modernaða og ta klassiska. Brúka soleiðis: Brúka ein rakikust, sum tú setur í heitt vatn eina løtu (1 min). Ryst eitt sindur av vætuni úr kustinum, og koyr hann síðani yvir sápuna í rørandi rørslu, fyri at byggja upp eitt tjúkt skúm, sum tú síðani koyrir á skeggvøkstur. Hetta lyftur upp hár og ger tey bleytari, soleiðis at tú fært eina betri og tættari raking. Sápan er í einum træílati - til ber at keypa "refill" av sápu(kemur seinni) Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber. Góðskan er í hásæti.
