
Garibaldi Cologne
Seinast kannað: 23. sep
Abbate Y La Mantia Garibaldi Cologne Cologne er eitt luktilsi sum er bygt upp við 3 nótum, topp, mið og basisnótum. Her er tema klettar í sicilianska havinum. Toppnótin er tann sum tú merkir beinanvegin og er tann sum tekur fyrst av. Í hesari cologne er hann við bergamot við tara frá Miðjarðarhavinum. Miðnótin, sum kemur spakuliga men heldur longur, er við tubakk úr Kentucky, men fermentera í Italia. Basisnótin, er hann sum bindur hinar saman og er meira diskretur, er við patchouli og mosa. 200ml í ambra glasfløsku fyri at verja innihald. Basis formil: safran Angi: Tubakk Innihald:"vatn, alkohol, uttan ethyl, frá hveitifermentering og perfumu" Um Abbate Y La Mantia: AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.
