Speedcross 6 Gtx W Bk 3.5
SKSkálkur

Speedcross 6 Gtx W Bk 3.5

1.449,95kr

Seinast kannað: 23. sep

Til kvinnur. Speedcross er helst best umtókti trailskógvurin frá Salomon, tí hann er ógvuliga stúttur og stoytdoyvandi, hóast hann er lættur. Botnurin hevur 5mm “píkar” undir botninum, sum ger skógvin ógvuliga skriðtryggan í øllum lendi. Yvirdeilurin er gjørdur úr einum einkultum stoffi uttan seymingar, so hann leggur seg væl eftir fótinum og er styrktur við tærnar og á síðunum á fótinum, so skógvurin heldur væl um fótin. Lissurnar er ein langur carbontráður, sum eru lættar at justera við at hála í lásið. Eisini hevur skógvurin GORE-TEX, so føturnar eru turrar undir øllum túrinum. Stack height: 32mm/22mm Heel-to-toe-drop: 10 mm Vekt: 279g Pronering: Neutralur/Trail Salomon kvinnur; støddarvegleiðing 3,5 – 36 4 – 36 2/3 4,5 – 37 1/3 5 – 38 5,5 – 38 2/3 6 – 39 1/3 6,5 – 40 7 – 40 2/3 7,5 – 41 1/3 8 – 42+