Rustvask 10L
BEBerglón

Rustvask 10L

495kr

Seinast kannað: 23. sep

RUSTVASK Rustmislittar jarnflatur, málingaflatur, flatur úr glasfipuri og plastikk kunnu viðgerast við RUSTVASK, so tær sýnast reinar og nýmálaðar. Við nýtslu av RUSTVASKI á málaðar flatur tryggjar tú tær betri heftigrund fyri nýggjari máling. Illa mislittir koparlutir kunnu eisini viðgerast við Rustvaski. RUSTVASK er sera munadygt til viðlíkahald uttan á skipum, eins og til aðrar flatur, sum eru útsettar fyri áloypandi vind- og saltávirkan. Galvaniseraði evnir og nylon tola ikki hetta reingerðarevni. Rustvask má ikki koma í samband við evni við klori í, tí hesi menna giftug gassir í súrum umhvørvi. Vit hava 30 ára royndir innan viðlíkahald og reingerð av útvendum flatum í tí veðurharða Atlantshavinum. Rustvask kann viðmælast til:At fáa burtur rennirust av metall-, glasfipur- og plastflatum. At reinsa koparlutir Nýtsla: Ótynt ella tynt við vatni. Smyr ella sproyta RUSTVASK á økið. Bíða eina løtu. Skola síðani við vatni.Er flatan illa rustað, kann tann sterkari RUSTLOYSARIN frá Kemilux viðmælast. Galvaniseraði evni og nylon tola ikki RUSTVASK. Má ikke koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta kann elva til menning av eitrandi gassi. Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Læst og óatkomiligt fyri børnum.