Kort Við Bókstavum Og Vanligum Orðum
VOVoxia

Kort Við Bókstavum Og Vanligum Orðum

350kr

Seinast kannað: 23. sep

Her eru 28 prentaði A5-kort við bókstavum og orðum. Hetta tilfarið hóskar væl til barnið í forskúla aldri ella skúlabarnið. Barnið hevur nógvar møguleikar at læra seg bókstavarnar, og eisini at lesa vanlig orð. Barnið kann læra seg bókstavarnar við at skriva teir, finna teir, rulla teir við modelervoksið, leggja pinnar á og annað líknandi. Sí myndirnar. Kortini hava eitt tunt lag av plastikki á, sum ger, at barnið kann skriva á kortini og lættliga viska tað út aftur. Kortini kunnu nýtast í nógv ár, og kunnu nýtast til børn frá 5-9 ár. Barnið mennir hesi umráðini: Lærir at bókstavirnar (hvussu teir eita og hvussu teir ljóða) Lærir at skriva bókstavirnar Lærir vanlig orð, sum stimbrar lesingina hjá barninum Lærir orð, sum byrja við…? Venur fín motorikkin Kunnu nýtast aftur og aftur