
Góðan Morgun – Vanaverkslisti
Seinast kannað: 23. sep
Kann tað vera torført hjá barninum at minnast øll tingini tað skal um morgunin?? Er tað ofta, at tú mást minna barnið á alt tað skal gera og eisini at skunda undir tað? Kanningar vísa. at við at sjónliggera uppgávurnar hevur tað lættari at hugsavna seg og minnast til uppgávurnar sum skulu gerast. Tí hevur Voxia framleitt hesar vanaverkslistar, sum kunnu hjálpa barninum og familjuni um morgunin. Tit skulu bert minna barnið á at hyggja eftir listanum, og ofta vera uppgávurnar gjørdar…uttan róp og ábreiðslur. Góðan morgun – vanaverkslisti við 7 klaffum. Listin hevur føst myndatekn. Hesin vanaverkslistin er til at nýta um morgunin. Hann sjónligger fyri barninum hvat skal gerast um morgunin áðrenn tað skal út í barnagarð ella skúla. Tað hjálpir barninum at hugsavna seg og minnast til tær uppgávur, sum skulu gerast um morgunin. Tá barnið er liðugt við eina uppgávu letur tað klaffan fyri, og tað fær eina stjørnu. So foreldur: veittra farvæl til klandur, grát og 1000 endurtøkur um morgunin :). Hesi myndatekin eru á listanum: vakna Í klæðir Á vesi Busta tenn Morgunmat Jakka og skógvar Ryggsekk Tú skalt skrivað navnið á barninum ella lata tað vera tómt. Tað eru ymsir litir at velja ímillum. Um tú ynskir øðrvísi raðfylgu ella onnur myndatekn á, kanst tú viðmerkja tað Hvønn er hetta til? Til smábørn og yngri børn, sum hava gott av einari skipaðari og góðari kvøldsrutinu – saman við foreldrum.
