
Pakkaloysn – Húsligt Arbeiði Og Lummapengatalva Við Myntum
Seinast kannað: 23. sep
Tey 30 myndateknini av húsligum arbeiði eru 3,5 cm og hava velkro á, og passa tí eisini til okkara vanaverkslistar. Lummapengatalvan kann nýtast til 2 børn, ella sum yvirlit yvir t.d. tvær vikur ella tveir mánaðir. Summar uppgávur krevja kanska at ein vaksin er við í uppgávuni. Soleiðis, at tann vaksni lærir barnið, ella bara at barnið er við í arbeiðnum. Tú kanst nýta eina vanliga tussj ella whiteboardtussj at skriva uppgávur, strikur og tøl á við. T.d. um tú ynskir at okkurt arbeiði skal hava 20 kr sum viðrið. Tú kanst velja ímillum 6 litir. Soleiðis virkar lummupengatalvan 😊 Vegleiðing til barnið: 👆 Í fyrsta rað (kolonnu) stendur, hvat tú skalt gera – til dømis at hjálpa við borðreiðing ella leggja klæðir saman. 💰 Í næsta rað stendur, hvussu nógv tú kanst fáa fyri at gera uppgávuna. ✏️ Tá tú hevur gjørt uppgávuna, setur tú eina lítla striku – so vita vit, at tú hevur klárað hana. 📆 Tá vikan (ella mánaðin) er farin, telja vit saman, hvussu nógv tú hevur fingið í lummupengum. So kanst tú spara upp – ella keypa tær nakað, tú hevur hug at eiga! Myndakortini eru hesi: Vaska gólv Feia gólv Rudda Vaska vesikummu Dustsúgva Støva av Pussa spegl Vaska upp Út við skrellinum Leggja klæðir uppá pláss Vaska klæðir Heingja klæðir uppá snór Vaska vindeygða Støva sjónvarpið av Tøma vaskimaskinuna Túr við hundinum Rudda gongina Reiða upp Arbeiða í garðinum Dekka borð Taka av borðinum Vaska borð Seta í uppvaskimaskinuna Tøma uppvaskimaskinuna Vaska bil Rudda kamar Selja fløskur Skifta seingjarklæðir Gera døgurða Blankt Alt verður gjørt púra klárt at nýta. Alt verður prentað, laminerað og velkroprikkarnir koyrdir á. So alt verður púra klárt at nýta 🙂
