
Stigar Og Slangur – Stuttligt Samrøðuspæl (Pdf Til Prent)
Seinast kannað: 23. sep
Stigar og Slangur – samrøðuspæl (PDF til prenting) Stigar og Slangur – Tosa um lívið er eitt samrøðuspæl, sum sameinar klassisku stigar og slangur spæliplátuna við spurningum, ið skapa nærveru og góðar samrøður. Tú fært eina PDF-fílu, sum tú kanst taka niður eftir keyp og prenta sjálv/ur. Spælið er lætt at gera klárt og kann brúkast beinanvegin. Hvat er endamálið við spælinum? Spælið er gjørt til at fáa fólk at tosa saman – á ein einfaldan og tryggan hátt. Tað hjálpir at: styrkja sambandið millum fólk seta orð á tankar og kenslur skapa góðar og mennandi samrøður gera tað lættari at byrja at tosa Spurningarnir eru býttir upp í ymisk evni, so tú kanst tillaga spælið eftir aldri og støðu. Spurnabólkar Eg og mítt lív – um gerandisdag, styrkir og dreymar Familja og vinir – um sambond og felagsskap Kenslur og tankar – at seta orð á tað, sum kennist Skúli og frítíð – um lærdóm og áhugamál Spurningar við broddi – spurningar um rættvísi, val og sjálvsálit Tú kanst velja at brúka allar bólkarnar – ella bert nakrar, alt eftir tørvi. Hvat fært tú? Spæliplátu (Stigar og Slangur) Spurnarkort í 5 bólkum Vegleiðing til prenting og nýtslu PDF-fílu at taka niður beinanvegin eftir keyp Eingin fysisk vøra verður send. Hóskar serliga væl til Børn frá 8 ára aldri og upp Ung og vaksin Familjur, sum vilja hava góðar samrøður rundan um borðið Lærarar og námsfrøðingar Terapeutar og fakfólk Fólk við afasi ella øðrum málsligum avbjóðingum Spælið kann lættliga tillagast, so øll kunnu vera við. 👉 Keyp, tak niður og byrja samrøðuna.
