
Anti-Pimples Patches
Seinast kannað: 23. sep
Anti-Pimples Patches eru smáir gjøgnumskygdir lepar, hesir hava virkin evni, ið turka óreinsku, linna irritatiónir í húðini og virka skjótt og málrættað. Leparnir eru sum plástur og eru lættir at brúka til eina og hvørja tíð. Viðmælt verður tó at seta hesir á um kvøldið. Leparnir reinsa í dýpdini og eru effektivir ímóti døkkormum, óreinsku og pirrum. Kunnu setast beinleiðis á trupulleikaøkið. Minkar um óreinsku og døkkormar. Leparnir eru matt gjøgnumskygdir og kunnu tí eisini nýtast, uttan at teir eru serliga sjónligir um dagin. Í pakkanum eru 36 lítil plástur í 2 ymiskum støddum. Nýtsluvegleiðing: Brúka hesir leparnir eftir tú hevur reinsað húðina, tá tú hevur tørv á tí. Tað virkar best, um tú brúkar leparnir um náttina, meðan tú svevur. Tú kann t.d. seta ein lepa á eina pirru. Tú tekur lepan av arkinum við reinum og turrum fingrum. Trýst varliga lepan á pirruna. Lat lepan sita á í 8-10 tímar. Tak síðani lepan av. Viðmerkng: Einans til útvortis nýstlu. Ikki nýta leparnir í økinum runt um munnin og eyguni. Goym arkið við teimum óbrúktu lepunum í posanum, hetta fyri at halda reinførið. Ikki brúka leparnir, um húð tín brýtir út av tíllíkum lepum. Lat vera við at brúka leparnir, um tú hevur sólbrenda ella skadda húð. Legg á ynskilista Legg á ynskilista
