
Brainbox Myndir
Seinast kannað: 23. sep
Endiliga er ein spildurnýggj røð av føroyskum barnaspølum útkomin! Tú kanst nú bíleggja spildurnýggja BrainBox Myndir, sum er eitt stuttligt borðspæl til børn frá umleið 3-7 ár. BrainBox Myndir er eitt minnisspæl við teknaðum gerandismyndum, har tú fært 10 sekund at minnast hvat tú sært á kortinum, síðani skalt tú kasta ein terning og svara spurninginum tú fært á baksíðuni. Í spælinum eru 55 myndakort og til ber at spæla umaftur og umaftur, tí hvørt kort inniheldur 6 ymiskar spurningar. BrainBox Myndir er stuttligt og er samstundis eisini læruríkt. Tað er selt í yvir 8 mió. eintøkum kring heimin, so tað er sera væl umtøkt. Í hesum umfarinum geva vit eina røð út við trimum ymiskum spølum. Talan er um BrainBox Myndir, sum er til 3-7 ára gomul, BrainBox Tíðarferðin, sum er til 5-12 ára gomul og BrainBox Heimurin, sum er til 7-14 ára gomul. BrainBox Myndir er ein sera góð jólagáva til smærru børnini.
