Zoolac Propaste
DJDjórahandilin

Zoolac Propaste

149–389kr

Seinast kannað: 23. sep

ZooLac Propaste er eitt tilskotsfóður við høgum innihaldi av probiotika til at fáa javnvág á sodningina og bakteriugróðrinum í maga- og tarmskipanina hjá djórum. Zoolac Propaste hevur 3 ymiskar ávirkanir á tarmskipanini, har Zoolac Multipaste hevur 5 ávirkanir. Propaste: – Bindur vesku í tarmin, so konsistensurin verður fastari – Bindur skaðiligar bakteriur og teirra giftstoffum, so tær gerast óskaðiligar – Styðjar tær gagnligu bakteriurnar í tarmfloraini, so tær vinna yvir teimum skaðiligu bakteriunum Leiðbeining: Sproytan verður stillað til tí ætlaðu mongdina, og pastaið verður lagt á tunguna hjá djórinum. Verður givið hvønn 6.-8. tíma inntil ætlaða úrslitið verður rokkið. Doseringsintervallið verður broytt eftir tørvi. Um tørvur er á tí, verður dupult dosa givin fyrstu ferð. Um djórið er dehydrerað, verður tilrátt at tosa við djóralækna. Dosering eftir vekt 0-10 kg: 1 ml 10-25 kg: 2 ml 25-50 kg: 3 ml 50+ kg: 5 ml Verður goymt við vanligan stovuhita. Má ikki útsetast fyri beinleiðis sólarljósi. Má ikki goymast í køliskápi. Sproytan skal latast aftur tá hon ikki verður brúkt.