
TOTogv
Blusa Við Puff Ermum
30kr
Seinast kannað: 23. sep
Troyggjan er bundin har niðri frá og upp. Sniði á troyggjuni er sindur vítt við puff ermum. Ranglan er bara bundið á bulinum, tað vil siga at øll eyguni á ermuni verða bundin upp til rondina um hálsin, her verða eyguni tikin saman so erman far eitt puff. Til ber eisini at binda blusuna við langum ermum um ein ynskir tað. Øll troyggjan er bundin við einum tráði av midnatsol. Stokkastøddin er vegleiðandi, um bindifastleikin ikki passar brúka so størri ella minni stokka stødd. Stødd:XS (S) M (L) Vídd: 88 (95) 100 (108) Longd: 48 (50) 52 (54) mált mitt framman Tógv: Midnatsol 75 (75) 75 (100) g Stokkur: 4,5 og 6 Bindifastleiki: 10 x 10 cm = 16 eygu x 22 umfør
