
Arturia Keylab Essential 61 Mk3
Seinast kannað: 23. sep
Við Keylab Essential fært tú meira fyri tínar pengar á øllum parametrum enn tú gert við flestu kappingarneytum. Nú er ARTURIA klárt við næsta ættarliðnum við massar av nýggjum funkum. Keylab Essential MK3 fæst við 49 og 61 tangentum í svørtum og hvítum. Tey neyðugu tólini, beint við fingrarnar Keylab MK3 hevur dygdargóðar ferðviðkvæmar tangentar, 8 ferð- og eftirnertingsviðkvæmar pads við RGB litum, pitch bend og modulatiónshjól, flutningsstýringarknappar, 9 fadarar, 9 roterandi potentiometrar, DIN MIDI út, og pedal input. Men MK3 leggur eina røð av ógvuliga kærkomnum og gagnligum uppgraderingum afturat. Full DAW-integratión Eins og stóribeiggin Keylab MKII hevur Keylab Essential MK3 nú fulla DAW-integratión við 5 av fremstu DAW'unum á marknaðinum (Ableton Live, Apple Logic Pro X, Steinberg Cubase, Image-Line FL Studio, Bitwig Studio) umframt MCU/HUI stýring til annað. Hetta merkir, at tú kanst brúka músina nógv minni og stýra einum breiðum úrvali av mixer- og valmyndafunktiónum beinleiðis í tínum yndis forriti. Ein hugvekjandi tónleikaligur samstarvsfelagi Tá tú vilt royna teg, ella hevur brúk fyri einum sindur av eyka íblástri, so hevur Keylab Essential MK3 nøkur áhugaverd triks uppi á ermuni. Skapa stuttligar, alsamt broytandi melodiir við Arpeggiator, finn spennandi akkordgongdir við Chord Play, og slá altíð røttu tónarnar við Scale Mode. Nú hevur tú eisini tveir Pad Banks (tilsamans 16), so í Ableton kanst tú t.d. kann skjótt skifta millum Klip Launch og Notu Triggers. Eisini er ein User Pad Mode, sum kann rættast úr fylgjandi MIDI Control Center forritinum. Enn tættari integratión við ARTURIA ritbúnaðin Eitt av tí, sum ger hardware so áhugavert, er, at tú hevur beinleiðis fysiskt stýr á tínum ljóði. Keylab Essential MK3 brýtur gjógvina millum hardware og ritbúnað við enn betri integratión við viðfylgjandi Analog Lab V forritinum, sum bjóðar yvir 2000 forstillingar, sum allar eru læntar frá mest umfatandi synth pakkanum á marknaðinum, V-Collection. Skalt tú…
