Elsa - Malla (Gjald 1/3)
NLNlarge

Elsa - Malla (Gjald 1/3)

285–5.820kr

Seinast kannað: 23. sep

Mynstrið Elsa er teknað av Vár Arge Seloy. Tá Niels L. Arge teknaði silvur, uppkallaði hann døtur sínar Birgit og Sonju. Triðja dótturin Elsa, fekk ikki nakað silvur uppkallað eftir sær, av tí at hon var ein sannur "Víkingur". Nógv ár seinni, í 2013, varð eitt silvur "endiliga" uppkallað eftir Elsu. OBS! Veiting av silvur til føroysku klæðini til kvinnuna er 12 mánaðir. Við bílegging kanst tú gjalda 1/3 av samlaðu upphæddini ella fulla upphædd. Ynskir tú at geva silvur í gávu, er eisini møguligt at keypa gávukort, undir "onnur vøra". Silvurið til føroysku klæðini til kvinnuna Eitt møtlaspenni Ein brosja Átta mallur Eitt beltaspenni Ein stimi Prísyvirlit Møtlaspenni: 3.175/stk Brosja: 3.240/stk Malla: 850/stk Beltaspenni: 5.820/stk Stimi frá: 1.620/stk Skógvaspenni: 3.450/parið 8 mallir, brosja og beltaspenni: 19.035,-