Vit Trúgva, Og Tí Tala Vit
MAManna

Vit Trúgva, Og Tí Tala Vit

200kr

Seinast kannað: 23. sep

Úr kirkju- og missiónssøguni 4 Í hesi bókini fært tú søguna um fyrsta trúboðaran í kirkjuligu vekingarsøgu Føroya. Tú fært upplýst, nær tann prestlærdi Axel Frederik Moe varð settur trúboðari, hví hann varð settur, og hvussu tað bar til, at hann varð settur á tann hátt. Greitt verður frá samanbrestum við aðrar hugsjónir báði politiskar og andligar. Víst verður á vanakristindóm, og víst verður á, hvussu summi taka við, og summi vísa frá sær sama gamla gleðiboðskapin. Tú fært innlit í, hvussu danska kirkjuliga Indre Missión festi fót í Føroyum, og hvussu hon varð grundarlagið undir Kirkjuligu Heimamissiónini, sum vit hava hana okkara millum í kirkjuni í dag.