Har Úti Á Álakeristrøðni
MAManna

Har Úti Á Álakeristrøðni

200kr

Seinast kannað: 23. sep

Úr kirkju- og missiónssøguni 3 Tá ið havnarfólk umtalaðu Navigatiónsskúlan fyri nú 100 árum síðan, søgdu tey, at hann var har úti á Álakeristrøðni - úti á Lágabø. Hetta var uttan fyri gamla bøgarðin, ið gekk oman, har sum Tórsgøta seinni varð gjørd. Tað vóru teir báðir hugsjónarmenninir Viggo Ryving-Jensen, cand. phil., og Andreas Nielsen, stýrimaður, sum bygdu føroyingum henda fyrsta skiparaskúlan í 1905. Hesin skúlin var ætlaður eisini at útbúgva báði stýrismenn og motorpassarar, og hann var førur fyri tí. Hesum verður sagt frá í bókini. Vit lesa eisini annað um hesar báðar menninar, tí teir vóru tveir verðar á kirkjugøtuni, og varðar síggjast. Teir fóru at skipa fyri eitt kristiligt leikmannaarbeiði, og teir stovnaðu báði eitt KFUM-felag og eitt KFUK-felag í Havn. Meðan teir vóru í Føroyum árini 1904-1916, høvdu teir báði viðrák og mótstreym. Teir høvdu makligan undanbyr, tó mest kolandi storm ímóti. Men teir fingu lívd av landi. Um alt hetta kanst tú lesa í bókini: Har úti á Álakeristrøðni. Rithøvundur: Johs. Andr. Næs Forlag: Heimamissiónsforlagið Útgivin: 2005 Blaðsíður: 261