
Gud Taler
Seinast kannað: 23. sep
“Hann var góður í dag” Tað søgdu fiskimenninir ofta hvør við annan, tá ið teir á morgni møttust við bátarnar í einari svenskari fiskibygd. Tað kundi vera vandamikið, tá ið teir vóru úti á havinum. Men hvønn morgun lósu teir í andaktsbókini hjá Rosenius. Tá ið hann skrivaði um náðina í Kristi, høvdu teir nakað, sum bar teir. Teir vistu ikki, hvat dagurin bar. Men Rosenius gav teimum eitt orð, sum teir kundu byggja á. Eitt orð, sum bar í lívi og deyða. “Gud taler” er ein málsliga dagførd og stytt útgáva av andaktsbókini hjá C. O. Rosenius, sum hevur verið lisin gjøgnum fleiri ættarlið. Andaktsbókin hjá Rosenius kom út á fyrsta sinni á svenskum í 1873. Andaktirnar eru brot úr greinum, sum hann skrivaði til tíðarritið “Pietisten”. Rithøvundur: Carl Olof Rosenius Forlag: Logos media Útgivin: 2015 Blaðsíður: 374
