
Det Meningsfulde Ægteskab
Seinast kannað: 23. sep
Det meningsfulde ægteskab Ein kann gott kalla bókina fyri eina støðisbók í kristnum hjúnalagi: Hon setur karmin, greiðir misskiljingar og gevur avbjóðingar til bæði trúlovað, gift og støk. Timothy Keller er prestur í Redeemer Presbyterian Church í New York, og hevur skrivað eina langa røð av bókum, har fleiri eru týddar til danskt. Í bókini skrivar Keller saman við sínum hjúnafelaga, Kathy, eina røð av gløggum íkøstum um teir berandi lutirnar í hjúnalagnum. Tey koma eisini við atfinningum móti teimum áskoðanum um parlagið, sum eru frammi í okkara tíð, har tað snýr seg um at finna tann einasta eina, har romantikkur verður tann týdningarmesti parturin í einum góðum hjúnalagi, har tín hjúnafelagi er til fyri at hjálpa tær við at fremja tínar menningarmøguleikar, har hjúnalagið ikki varar alt lívið, men bara inntil víðari o.s.fr. o.s.fr. Rithøvundur: Kathy & Timothy Keller Forlag: Credo Útgivin: 2013 Blaðsíður: 135
