
MAManna
Skeptikerens Guide Til Jesus 2
250kr
Seinast kannað: 23. sep
Í miðdeplinum á kristnu trúnni stendur tann søguligi persónurin: Jesus úr Nasaret. Áðrenn deyða sín segði hann seg vera Guds son og tann lovaði Messias. Seinni hildu tey fyrstu kristnu uppá, at hann var risin upp frá teimum deyðu, og at tey høvdu hitt hann. Hetta uppáhald er grundarlagið undir allari kristnari trúgv. Bókin leitar eftur svarum uppá, hvat vit í veruleikanum kunnu vita um Jesus: Var tað rætt, sum Jesus segði um seg sjálvan? Og eru lærusveinarnir trúverdug vitnir um hansara uppreisn? Svara vit ja, er Jesus ikki bara høvuðspersónurin hjá kristindóminum, men hjá allari mannaættini. Rithøvundur: Stefan Gustavsson Forlag: Credo Útgivin: 2017 Blaðsíður: 271
