
Skabt Som Mand
Seinast kannað: 23. sep
Henda bókin er ein avbjóðing – ein avbjóðing til at liva treyst og kærliga sum maður, soleiðis sum Gud hevur ætlað tað. Men tað er ikki lætt fyri okkum menn at halda eina støðufasta kós á kynsliga økinum Hvønn dag eru nýggj kynslig tilboð, ikki minst á internetinum, og tað leiðir nógvar menn í freistingar og stórar hjúnalags- og lívskreppur. Matthias Burhenne eggjar okkum til at síggja veruleikan í eyguna og nevna syndina við navni, so hon missir sín mátt. Men hann ger meira enn tað. Hann fevnir breitt og býður veruliga hjálp til at liva kynslívið á ein góðan hátt. Og hann gevur góð ráð um, hvussu eitt kærleikssamband, sum er kólnað, kann fáa nýtt lív og nýggjan eldhuga. Rithøvundur: Matthias Burhenne Forlag: LogosMedia Útgivin: 2017 Blaðsíður: 243
