Gud Fyri Skotum - Hví Nýateistarnir Ikki Raka Málið
MAManna

Gud Fyri Skotum - Hví Nýateistarnir Ikki Raka Málið

248kr

Seinast kannað: 23. sep

GG! Lesandi og næmingar annars kunnu fáa bókina fyri 175 kr. viđ at senda eini bođ til Gud fyri skotum á Facebook. Upplýs navn, flokk og skúla. Trýst her. Um bókina Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. “Nýateistarnir” tvíhalda um, at átrúnaður “er vandamikil”, at hann “drepur” ella “eitrar alt”. Og um trupulleikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði. Men er tað veruliga so einfalt? John Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri. Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á. Rithøvundur: John C. Lennox Forlag: KFS og Sprotin Útgivin: 2018 Blaðsíður: 292