
MAManna
Aldrig Uden Nåde
75kr
Seinast kannað: 23. sep
Sálmar eru til persónliga nýtslu. Og tað er í hesi merking, at høvundarnir royna at kasta ljós yvir arvin eftir Kingo, nú 300 ár eftir deyða hansara. Ikki fyrst og fremst sum bókmentir, men sum brúkslist hjá meinigheitini. Hjá Kingo er tað altíð eitt bæði/og. Sálmar hansara miðla spenningin millum støðuna hjá tí trúgvandi, og støðu hansara mótvegis Gudi. Teir vísa eitt lív merkt av gleði í gráti. Í sálmum hansara kann ein finna eitt menniskja, sum hóast lívsins trupulleikar veit, at tað ongantíð er uttan náði. Ein kann finna seg sjálvan. Rithøvundur: Ditte Olsen Forlag: LogosMedia Útgivin: 2003 Blaðsíður: 106
