Bibelens Bønnebog
MAManna

Bibelens Bønnebog

100kr

Seinast kannað: 23. sep

Bókin er innførsla í Sálmarnar í Gamla Testamenti, fataðir sum bønir. Tað er av stórum týdningi fyri Bonhoeffer ikki bara at undirvísa teoretiskt um Sálmarnar, men staðiliga at mæla teimum kristnu til at biðja teir. Tað er týðuligt, at hann sjálvur var ein biðjandi kristin, sum varð vælsignaður gjøgnum Sálmarnar. Týski gudfrøðingurin og presturin Dietrich Bonhoeffer (f. 1906) varð tikin av døgum tann 9. apríl 1945 fyri sín virkna leiklut í týsku mótstøðurørsluni. Bonhoeffer skrivaði eina langa røð av verkum. “Bibelens bønnebog” var tann seinasta, sum varð útgivin meðan hann livdi. Rithøvundur: Dietrich Bonhoeffer Forlag: LogosMedia Útgivin: 2020 Blaðsíður: 89