
Ethvert Menneske Er En Halvø
Seinast kannað: 23. sep
20 hugskot um góða individualismu og sunnar felagsskapir. Vit liva í eini tíð, har vit á ein hátt verða trýst ógvisliga á eina individualistiska kós og á ein annan hátt eins ógvisliga á eina kollektivistiska kós. Tí hava vit, kanska meira enn nakrantíð, brúk fyri at arbeiða gjølla við viðurskiftunum millum individ og felagsskap. Ikki bara teoretiskt, men fyrst og fremst í praksis, fyri – um tað er gjørligt – at finna ta sunnu og fruktagóðu javnvágina. Carsten Hjort Pedersen kemur í hesi bókini við 20 konkretum hugskotum um. Hvussu vit kunnu fremja ta góðu individualismuna eins og tann góða felagsskapin – bæði í lívinum sum heild, heima og í meinigheitini. Rithøvundur: Carsten Hjorth Petersen Forlag: Logos media Útgivin: 2020 Blaðsíður: 133
