
Jesus Uden Filter
Seinast kannað: 23. sep
Tá Jesus kallaði lærusveinar sínar, var tað við orðunum: “Fylg mær!” Hesi orðini fingu avgerandi og lívsbroytandi týdning fyri tey menniskju, sum tóku ímóti kallinum. Summi halda, at lærusveinaskapur er fyri nøkur útvald, fyri tey ídnu og eldhugaðu. At ein gott kann vera kristin uttan at vera lærusveinur. Men tað er lygn. Hjá Pæturi, Tummasi, Andriasi og øllum hinum lærusveinunum var lærusveinaskapurin ikki ein valmøguleiki, men ein treyt. Tað sama er galdandi fyri kristin í dag. Men hvat hevur tað við sær – ítøkiliga og praktiskt? Í hesi bókini geva tríggir ungir menn við hjarta fyri lærusveinaskapi síni boð uppá eitt svar. Rithøvundur: Duben Due Lorentsen, Jesper Møberg Sundgaard, Michael Agerbo Mørch Forlag: Logos Media Útgivin: 2019 Blaðsíður: 176
