
Nøgne Uden Skam
Seinast kannað: 23. sep
Tann kynsliga kollveltingin hevur kanska meira enn nakað annað ávirkað okkara mentan, og fullkomiliga broytt okkara áskoðan á kærleika og kynslív. Bókin greinar bakgrundina fyri tí kynsligu kollveltingini og vísir ta ávirkan og avleiðingar, hon hevur havt. Upp ímóti tí kynsligu kollveltingini stendur tað klassiska kristna sjónarmiðið á kærleika og kynslív – eitt kollveltandi sjónarmið á kynslív í dag! Høvundurin fer í gjøgnum bíbliunnar undirvísing – frá skapanini umvegis Hásongin til Jesus og Paulus – og vísir, at Bíblian rúmar eina veruleikakenda og lívsjáttandi áskoðan uppá kropp, kyn, kærleika og hjúnalag. Eisini verða fleiri av teimum mest vanligu spurningunum og atfinningunum mótvegis tí kristnu áskoðanini á sex svaraðir. Rithøvundur: Stefan Gustavsson Forlag: Credo Útgivin: 2022 Blaðsíður: 248
