Luthersk Guld
MAManna

Luthersk Guld

50kr

Seinast kannað: 23. sep

“Luthersk guld” er ein øðrvísi bóklingur til bíbliulesnað við mergjaðum og persónligum tankum um Skriftina, Kristus, trúnna og náðina umframt dóp, altarborð og boðan. Framløgurnar og uppgávurnar í bókini knýta bíbliutekstirnar nær til okkara lív og kunnu nýtast sum støði í góðum samtalum. Bóklingurin roynir at leggja dent á tað persónliga trúarlívið hjá luttakarunum í bíbliubólkinum. Høvundurin dittar sær at nýta sín egna persónliga vitnisburð sum dømi um, hvussu lívgevandi tað “lutherska gullið” er. Luttakararnir verða eggaðir til at nýta hetta “gullið” í sínum gerandisdegi – bæði til sín sjálvs, til onnur kristin og til menniskju, sum enn ikki eru vorðin kristin. Rithøvundur: Jón Poulsen Forlag: Lohse Útgivin: 2010 Blaðsíður: 48