Brøv Frá Lív
MAManna

Brøv Frá Lív

99kr

Seinast kannað: 23. sep

Ein ung genta skrivar í neyð síni nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku. Hon sær sær als ongan útveg. Bókin er eitt skakandi og grípandi íkast til eitt sera aktuelt og viðkomandi kjak, skrivað við støði í sonnum hendingum. "Henda bók átti at verið kravdur lesnaður hjá foreldrum og skúlanæmingum", skrivaði forlagið Lohse, tá ið bókin kom út í Danmark. Bardagin ímóti fríari fosturtøku má halda fram. Brøv frá Lív er eitt sterkt vápn í hesum bardaga, kanska eitt av teimum sterkastu - einføld og erlig - bara orð frá gentuni sjálvari. Jógvan á Lakjuni, fyrrv. løgtingsformaður, hevur týtt bókina úr norskum. Í fororðinum skrivar hann: ”Smáar bøkur kunnu vera innihaldsríkar og týdningarmiklar, og ”Brøv frá Lív” er avgjørt ein slík bók. Fyri árum síðan fekk eg hana upp í hendurnar á norskum. Bókin er eisini á donskum, og eg nýtti hana onkuntíð í undirvísing míni í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Kom fram á hana aftur herfyri, og nú ið tosað verður um at lóggeva um fría fosturtøku í Føroyum, helt eg, at eg skuldi umseta bókina til føroyskt. Hon er eitt grípandi íkast til hetta sera viðkomandi kjakið og er skrivað við støði í sonnum hendingum.”