
Vejviser - En Bog Om Kristen Lederskab
Seinast kannað: 23. sep
Hvussu hevur ein leiðari tað við sín samleika, síni ynski og tráanir, sítt kalstilvit? “Vejviser” leggur dent á orð, sum kunnu verða tonsatungar byrðar í gerandisdegnum hjá einum leiðara. Orðini fáa sína upprunaligu bíbilsku meining og týdning aftur og verða til frælsis. Innihaldið í “Vejviser” er samanumtikið eitt endurnýggjandi alternativ til tey dýru orðini og stóru armrørslurnar, sum hava eitrað gerandisdagin hjá mongum leiðarum, og vísir til tað einfalda og sanna. Lesarin upplivir tað livda í hesi bókini, tá ið orð verða sett á ørkymlanir, framsøkni, læstar væntanir, og tá ið ein vegur verður vístur burtur úr tí, sum forðar sunnari leiðslu. Magnus Malm ber fram ómissandi rættleiðingar til leiðarar á øllum stigum. Henda bók skal ikki bara lesast; hon skal granskast. Bókin gevur høvi til ærliga sjálvsrannsakan og hevur ávirkan, um ein vágar at lesa hana við opnum sinni. Rithøvundur: Magnus Malm Forlag: Credo Útgivin: 1994 Blaðsíður: 253
