Inni Nr. 7 - 1 L
HFHjá Fróða

Inni Nr. 7 - 1 L

188–798kr

Seinast kannað: 23. sep

Kám Til stovur, gongir og sovikømur, og har tú ynskir eitt kámt úttrykk. Nr. 7 er vatngrundað akrylmáling, ið ikki luktar. Hon inniheldur hvørki loysingarevni, ammoniakk ella formaldehyd. Nr. 7 fjalir og verjir væl og slettir ikki, tá ið rullað verður. Nr. 7 er bert ætlað at mála veggir innandura. Litir: Nr. 7 verður framleitt í nøkrum høvuðslitum og kann eisini tónast í hópin av øðrum litum. Endaúrslit: Kámt Leiðbeining Mála: Við pensli, rullu ella sproytu. Trygdarflokkur: 00 – 1 Reingerð av amboðum: Við vatni beint eftir nýtslu. Tynning: Vatn, um tað krevst. Tíð at torna: 30 til 60 min. við 20 hitastig. Endaligir eginleikar náast eftir umleið 3 vikum. Yvirmáling: Eftir umleið 4 til 8 tímar, alt eftir umstøðunum. Tjúkd: Um 50 Poise. (Brookfield HA 5/50, 25 stig) Glansur: Um 7 (60 stig). Evnisnøgd: Um 1,30 g/ml, alt eftir liti. Turrevni: Uml. 53% av nøgd ella uml. 40% av rúmd , alt eftir liti. Nýtsla av tilfari: Uml. 0,10 l/m2 í ummáli svarar til 40 µm miðaltjúkd. Hitastig, meðan málað verður: Minst 5 stig. VOC-evni: Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/a 30g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 1 g/l.