
T15 5L - Reyðviður / Reyðviður
Seinast kannað: 23. sep
Hálvfjalandi Træverja 15 TIX er ætlað á alt slag av viði, óhølvaðum og hølvaðum, har ynskt verður at viðingin skal síggjast. Viður sum er smurdur við Træverju 15 TIX hevur onga ávirkan á nærliggjandi gróður. Tí er Træverja 15 TIX eisini vælegna á t.d. træverk í vakstrarhúsið. Litur: verður framleidd í fleiri grundlitum. Leiðbeining Á nýtt timbur: Smyr fyrst við T12 Grundingsolju og síðan tvær ferðir við Træverju 15 TIX Viðlíkahald: Eina ella tvær ferðri við Træverju 15 TIX. Træverja 14 er klár og kann eisini brúkast sum endalag, um ynski er at liturin ikki skal gerast myrkari. Máling: Kann smyrjast á flatan við pensli, rullu ella sproytu. Trygdarflokkur: 2 – 1 Tynna og reinsa amboð: Mineralskt terpentin Tíð at torna: 5-6 tímar við 20°C Mála útyvir: Eftir 4-8 tímar, alt eftir umstøðum Tjúkd: Um 15 sek. (DIN 4; 25°C) Evnisnøgd: Um 0,90 g/ml (25°C) Turrevni: Uml. 42% av nøgd ella uml. 36% av rúmd Tilfarsnýtsla: Uml. 10-16 m2/L alt eftir, hvussu nógv flatin drekkur í seg og umstøðum annars
