
T16 Oljugrundað Træverja - 1 L / Kolasvar
Seinast kannað: 23. sep
Fjalandi og blonk træverja Bert ætlað uttandura, á timbur. T16 er alkyd/oljubaserað træverja, sum verjir alt træ – eisini timbur, ið er farið av sólarljósi. T16 legst í eitt mjúkt lag, sum verjir væl ímóti veðri. Litur: T16 verður gjørd í nøkrum føstum litum og kann annars blandast í alskins litir. Leiðbeining Máling: T16 kann smyrjast við pensli, rullu ella sproytu Trygdarflokkur: 2 – 1 Tynning og reinsing: Mineralterpentin Tíð at torna: 3 til 5 tímar við 20 stig. Yvirmáling: 6 til 10 tímar við 20 stig. Tjúkd: Um 70 KU (25 stig). Glansur: Um 50 (60 stig). Evnisnøgd: Um 1,15 g/ml (25 stig), alt eftir liti. Turrevni: Uml. 71% av nøgd ella uml. 55% av rúmd. Broytis eftir liti. Nýtsla av tilfari: Uml. 0,08-0,16 l/m2 í ummáli alt eftir, hvussu ruflutur flatin er, málingahátti og umstøðum annars. Hitastig, meðan málað verður: Flatin, ið málast skal, skal vera minst 3 hitastig yvir vætumarkið í luftini; bæði meðan málað verður, og meðan tað tornar. VOC-evni: Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/a 400g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 330 g/l.
