
X 60 - 1 L / Hvítt
Seinast kannað: 23. sep
Blonk Serliga ætlað til veggir á flakavirkjum, í matvøruídnaðinum og aðrastaðni, har sum nógv væta er, og ofta krevur at verða vaskað. Hóskar seg eisini væl í baðirúmum. X60 er vatntynt akrylmáling, sum tolir vatn og dekkar sera væl. X60 er vard ímóti bakterium, tolir nógva vætu og bindur sera væl. Litur: Hvít. Kann eisini litast aðrar ljósar litir. Leiðbeining Máling: Rullu, pensli ella hátrýstsproytu. Trygdarflokkur: 00 – 1 Reingerð av amboðum: Við vatni beint eftir nýtslu. Tynning: Vatn, um tað krevst. Tíð at torna: 1 tíma við 20 stig. Yvirmáling: Eftir 4-8 tímar, alt eftir umstøðum. Glansur: um 60 (60 stig) Tjúkd: Um 35 Poise (Brookfield HA 5/50, 25 stig) Evnisnøgd: Um 1,30 g/ml (25 stig) Turrevni: Uml. 53% av nøgd ella uml. 40% av rúmd. Nýtsla av tilfari: Uml. 0,10-0,12 l/m2 í ummáli samsvarar við 40-50 µm í miðaltjúkd. Hitastig, meðan málað verður: Minst 5 stig. VOC-evni: Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/b 100g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 80 g/l.
