Myrka Morreyð Sirri-Troyggja
SKSkálkur

Myrka Morreyð Sirri-Troyggja

1.299,95kr

Seinast kannað: 23. sep

Nýggja myrka morreyða Sirri-troyggjan er komin! Hetta er eitt upprunaligt Sirri-snið, sum varð fyrstu ferð framleitt umleið í 1999. Nú hava vit tikið sniðið fram aftur og gjørt smáar tillagingar – við virðing fyri upprunanum og tí sermerkta handverkinum. Troyggjan er bundin úr føroyskari ull og hevur eitt einfalt, tíðarleyst snið. Hon riggar eins væl til kvinnur sum til menn – og er sera hent, tá veðrið skiftir millum sól, kulda og regn á einum og sama degi.