Cove Kombivognur, Onyx
ALAlvaró

Cove Kombivognur, Onyx

8.999kr

Seinast kannað: 23. sep

Cove kombivognurin er ein góður og vakur vognur, gjørdur til at geva bæði barninum og foreldrunum ein behagiligan og lættan gerandisdag. Hann er ætlaður frá nýføðingi upp til umleið 4 ára aldur (22 kg) og hevur gott pláss, sterkan bygnað og er mjúkur at trilla. Hæddin á vognkassanum/setri kann stillast í til 3 ymiskar hæddir, so tú kanst hava barnið nær og í eygnahædd, og setrið kann vendast soleiðis at barnið hyggur antin fram- ella aftureftir. Kallesjan er stór og hevur UPF50+ sólverju. Kallesjan kann eisini stilllast í hæddini, so setrið kann tillagast hæddina á barninum. Fjaðringin og hjólini gera vognin støðugan og lættan at stýra, eisini á ósløttum undirlagi. Vørukurvin er stór og kann bera heili 10 kg. Hann er lættur at leggja saman - eisini við bert einari hond, og alt klæði kann takast av og vaskast. Stellið kann, saman við millumlið sum fylgir við vogninum, brúkast saman við Glide bilstólinum. Fakta: Vekt: 12,2 kg Mát: 82,5 × 59 × 97-109 cm Mát (samanlagdur): 71 × 61 × 30,5 cm Liggimát: 76 cm í vognkassanum og 95 cm í setrinum. Hetta fylgir við: Stell við vognkassa og setur, góð madrassa, regnslag, soviposi, puslitaska, kopphaldari og millumlið til bilstól.