
Gomatic 30L Ryggsekkur
Seinast kannað: 23. sep
Nógvar góðar lummar Rúm við útlufting til skógvar Vatntøtt Hendan taskan er sera hent til fleiri endamál. Hon er væl egnað til ferðatasku, venjingartasku og ymiskt annað, av tí at hon kann brúkast sum bæði ryggsekkur og duffelbag (sí myndir). Taskan er gjørd úr haldførum tilfari, hon er vatntætt og vigar einans 1,5 kg - Tað ger hana góða at ganga við. Tað fylgja mjadna stroppar við, ið ein hevur møguleika at seta á taskuna fyri eyka komfort. Hon hevur eitt rúmligt høvuðsrúm, eitt rúm til fartelduna, eitt rúm til teldilin, og onnur rúm til m.a. skógvar og smáting. Tann eini lummin hevur útlufting, har man til dømis kann koyra skógvar í, tó kann hesin lummin eisini lukkast heilt og harvið verða vatntættur. Mátini á taskuni eru 23 x 48 x 33 cm. Eitt serligt við hesari tasku er, at hon hevur ein RFID lumma, sum merkir at teldusnýkar ikki kunnu fáa fatur á upplýsingum frá gjaldskortum og ferðapassinum.
